Robotarnir flyta úr fram­sýn­ing­ini og út á ar­beiðs­marknaðin

Teir pakka vørur, arbeiða í handlum, skilja pakkar, hjálpa eldri og kunnu enntá gera mat.

Á stórari robotstevnu í Beijing í hesum døgum royna kinesiskir framleiðarar at vísa, at robotarnir nú skulu gerast meira enn bara ein tøkniligur stuttleiki.

 

Meira enn 300 fyritøkur eru við á World Robot Conference 2026 í Beijing, har fleiri enn 2.000 ymiskar robotloysnir og aðrar tøkniligar nýskapanir verða sýndar fram.

 

Serliga nógv verður gjørt burtur úr menniskjalíkum robotum – humanoidum robotum – sum skulu kunna átaka sær uppgávur, ið higartil hava kravt menniskju.

 

Á framsýningini síggjast robotar millum annað arbeiða í eftirgjørdum handlum, taka vørur niður av hillum, skilja pakkar og arbeiða við framleiðslu. Aðrir eru ætlaðir til heilsu- og eldraøkið, bjargingararbeiði og arbeiði í vandamiklum umhvørvi.

 

Kina satsar stórt

 

Kina hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur í robotídnaðin. Endamálið er ikki bara at menna tøknina, men eisini at fáa robotarnar út í veruligt arbeiði í verksmiðjum, goymslum, handlum og seinni eisini heimum.

 

Tað er júst tann avbjóðingin, sum fyritøkurnar nú royna at loysa. Robotar hava leingi dugað at dansa, renna og gera imponerandi framførslur, men nógv torførari er at fáa ein robot at loysa ymiskar gerandisuppgávur trygt og sjálvstøðugt.

 

Stjórin í kinesiska robotframleiðaranum Unitree, Wang Xingxing, sigur, at robotídnaðurin nærkast einum møguligum »ChatGPT-løtu« – einum tøkniligum gjøgnumbroti, sum kann fáa menningina at taka dik á seg. Samstundis metir hann, at tað framvegis kunnu ganga fleiri ár, áðrenn robotar veruliga megna nógvar ymiskar uppgávur í ókendum umhvørvi eftir einari einfaldari boðgeving.

 

World Robot Conference byrjaði mikudagin og heldur fram til sunnudagin.

 

Myndir: Adek Berry/AFP/Ritzau Scanpix

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##