Finnland hevur boðsent russiska sendimanninum

Reuters veit at siga, at talan er um eitt russiskt eftirlitsflogfar, sum skal hava verið í finskum loftrúmi

Finska uttanríkisráðið hevur givið russiska sendimanninum í Finnlandi boð um at koma til samrøðu.

 

Orsøkin er, at Finnland metir, at russiski herurin gjørdi seg inn á finskt loftrúm í gjár.

Hetta upplýsir finska uttanríkisráðið sambært Reuters. 

 

Reuters veit at siga, at talan er um eitt russiskt eftirlitsflogfar, sum skal hava verið í finskum loftrúmi.

 

- Tí havi biðið sendimannin um eina frágreiðing, sigur finska uttanríkisráðið sambært Reuters.