Kyndil: Social Cup 2026

Hondbóltsfelagið Kyndil skipar 18.–20. september 2026 fyri Social Cup – einari øðrvísi hondbóltskapping fyri børn og ung úr øllum Føroyum, har hondbóltur, felagsskapur og nýggj vinaløg eru í miðdeplinum.

Tíðindaskriv:

 

Endamálið er einfalt: At geva børnum og ungum møguleika at læra hvønn annan at kenna, áðrenn tey møtast sum mótstøðuleikarar í landskappingini.

 

Umframt hondbóltin verður eisini felagsdøgurði, konsertir og goodiebags til allar luttakarar.

 

Ein øðrvísi hondbóltskapping

 

Social Cup verður hildin beint áðrenn landskappingin byrjar og fevnir um U8, U10, U12 og U14.

 

Tað serliga er, at børnini ikki spæla fyri sítt egna felag. Leikararnir verða blandaðir tvørtur um feløgini og býttir á nýggj lið. Ein leikari úr Kyndli kann sostatt spæla saman við leikarum úr H71, Neistanum, VÍF, StÍF ella øðrum feløgum.

 

Børn og ung, sum vanliga møtast sum mótstøðuleikarar, skulu hesa ferð spæla, samstarva og vinna saman.

 

Hendan dagin eru tey liðfelagar.

 

Eitt vikuskifti fyri allan føroyskan barna- og ungdómshondbólt

 

* Fríggjadag 18. september: U14

* Leygardag 19. september: U8 og U12

* Sunnudag 20. september: U10