Beinir heim at hava konsert

Seinast í 2023 kom fyrsta staklagið "Greener" av heildarútgávuni, sum Beinir er í gongd við, og síðani hevur hann havt fleiri konsertir og framførslur í Danmark, har hann býr og fylgir sínum tónlistadreymum. Men loksins er Beinir klárur at koma heim at hava konsert, og hon verður sjálvandi á heimabeiti; í Løkshøll leygarkvøldið 23. november.

Beinir hevur veruliga fingið vind í tónlistarligu seglini í Danmark har hann m.a. hevur hitað upp fyri navnframar bólkar sum Jonah Blacksmith,Stine Bramsen og Dopha. Í vár hevði hann nakrar heilt serligar konsertir undir heitinum "Unknown Location Tour", har hann bað sínar fjepparar á sosialu miðlunum koma við uppskotum til, hvar hann skuldi hava konsertir. Úrslitið var, at hann m.a. hevði konsertir á Ríkissjúkrahúsinum, í einum motorsúkklufelagi og í privatum heimum. Eftir hesa øðrvísi konsertrøðina hevði hann eina útselda konsert saman við bólki sínum á Hotel Cecil í Keypmannahavn. Seinast vit upplivdu Beinir var í sjónvarpssendingini 'fællessang' á DR, tá ið hann stóð einsamallur á trappuni í Christiansborg við sínum gittara og vøkru rødd og framførdi Gasolin sangin "Hvad gør vi nu, lille du".

 

Beinir hevur fingið nógv rós í donskum tónlistarligum tíðarritum sum Gaffa og Bands of Tomorrow, og síðstnevnda gav honum 4,5 stjørnur av 5 møguligum fyri konsertina á Uhørt festivalinum við hesum orðunum: "Einsamallur á pallinum við sínum gittara leveraði Beinir eina av bestu konsertunum leygarkvøldið".

 

Vit gleða okkum at lata Beinir og bólkinum pallin í Løkshøll leygarkvøldið 23. november kl. 20.

 

Atgongumerki á 225 kr á loksholl.fo