Undan dystinum á heimavølli móti Melhus í REM Arena høllini í Fosnavåg í dag høvdu Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy fult stigatal, 16 stig fyri átta dystir í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Men í dag steðgaði sigursrøðin hjá Bergsøy. Melhus vann dystin 28-25. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12, men í seinna hálvleiki var útiliðið omaná.
Pauli skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir, og hann vann eisini liðnum eitt brotskast.
Bergsøy er nummar trý í deildini við 16 stigum. Viking TIF er fremst við 18 stigum, og Melhus hevur 16 stig á øðrum plássinum.
Sunnudagin 30. november klokkan 15 hevur Bergsøy dyst á heimavølli móti Grenland.











