Uppskotið liggur fast í rættarnevndini, freistir eru farnar, og bert fáar undirskriftir eru komnar á álitið. Hetta er sama mynstrið, sum vit hava sæð síðani 1990’ini, tá kjakið hevði sama innihald, átrúnaðarligar bindingar og ótti fyri kjaki.
Eitt mál, ið stendur í stað
Í meira enn tríati ár hevur fosturtøkulógin verið óbroytt. Kjakið í 1990’unum var í stóran mun tað sama, sum vit síggja í dag. Átrúnaðarligar og siðbundnar bindingar, ið forða fyri sakligari viðgerð. Tað, sum nú hendir í rættarnevndini, er tí ikki nýtt, men heldur ein endurtøka av sama dráli, ið hevur merkt málið í áratíggju.
Samanbering við rúsdrekkalóggávuna
Munurin verður serliga sjónligur, tá vit samanbera við rúsdrekkalóggávuna.
Í 1990’unum varð farið undir eina liberalisering av rúsdrekkalógini. Politiska initiativið varð eggja av, at nakrir unglingar høvdu stovna eitt Vínfelag, sum meira en helvtin av Føroyingum meldaðu seg inn í.
Við Maritu Petersen, sála, sum slóðbrótara, fluttið viðgerðin seg generatiónir fram. Ein loysn vit flest øll fegnaðust um. Loysnin tænti samfelagnum sum heild, og vit lærdu okkum at liva við loysnini. Nú nógv ár eru liðin, er tað eyðsínt, at tørvur er á nýskipan. Verðin síðan 90´ini er broytt, tað er Føroyar – til alla lukku - eisini.
Hóast mótstøðu, varð rúsdrekka málið viðgjørt sagligt, avgreitt og broytt – tí politiska skipanin valdi at taka ábyrgd og gera av.
Í fosturtøkumálinum er gongdin øvug. Her hevur drál verið høvuðsstrategiin í meira enn tríati ár.
Nevndir, minnilutaálit og longdar freistir hava í veruleikanum tryggjað, at einki hendir. Tað, sum varð gjørt við rúsdrekka, kundi eisini verið gjørt við fosturtøku – men her hevur politiska skipanin valt at lata átrúnaðarligar bindingar ráða – heldur enn fakligar og vísinduligar tilráðingar - og at gera einki.
Politisk avgerð um atgerðaloysi
Hetta er ikki bert eitt tekniskt drál. Tað er ein politisk avgerð í sjálvum sær – ein avgerð um at lata ógreið støðu halda fram, so politiska skipanin sleppur undan at taka ábyrgd. Tað merkir, at rættindi hjá kvinnum verða sett til síðis, meðan málini verða bundin av trúargrundarlagi, ið ikki endurspeglar fjølbroytni og frælsi í samfelagnum.
Niðurstøða
Munurin er greiður. Tá tað snýr seg um rúsdrekka, dugdi politiska skipanin at gera av. Tá tað snýr seg um grundleggjandi rættindi hjá kvinnum, velur hon at gera einki. Hetta er ikki bert drál – tað er ein politisk avgerð um at lata átrúnaðarligar bindingar ráða yvir frælsi og rættindum hjá borgarum.
Í einum so lítilum samfelag sum Føroyum er politiskt dýrvi serliga krevjandi, tí nærleikin millum politikarar og borgarar ger, at sosialar og átrúnaðarligar bindingar ofta seta skránna. Hetta førir til drál og atgerðaloysi í eymum málum, har tað hevði kravt dýrvi at tora at gera av. Politisk ábyrgd merkir ikki bert at taka ópopulera avgerð, men at seta borgarar og teirra rættindi framum siðbundnar bindingar. Í Føroyum er hetta serliga neyðugt – og serliga torført.
Fosturtøkumálið er ein spegilmynd av, hvussu føroyska politiska skipanin í meira enn tríati ár hevur valt at gera einki, tá tað snýr seg um eym mál. Spurningurin er, hvussu leingi vit skulu halda fram við sama dráli, ið hevur verið óbroytt síðani 1990’ini.
20.11.2025
Bjarki Mohr











