Hesi 42 landsliðini hava vunnið seg til HM-endaspælið

Seks tey seinastu liðini vera funnin í mars í 2026

Mynd: Ritzau Scanpix

42 av teimum 48 landsliðunum, ið skulu kappast í HM-endaspælinum í USA, Meksiko og Kanada eru funnin.

 

HER síggjast tey 42 liðini, ið higartil hava tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum:

 

##med2##

 

Eftir er at finna seks lið, ið mugu gjøgnum Play Off dystir fyri at vinna seg til HM-endaspælið.

 

Í Evropa fara 16 lið at kappast um fýra HM-pláss.

 

HER  ber til at lesa um hvussu tey fýra evropeisku HM-liðini vera funnin. 

 

Tvey tey seinastu HM-plássini vera funnin í einari Play Off kapping millum seks lið. Tey seks liðini eru Demokratiska Lýðveldið Kongo, Irak, Jamaika, Bolivia, Surinam og Ný Kaledonia.

 

Hendan kappingin fer fram í Meksiko síðst í mars í 2026. 

 

Demokratiska Lýðveldið Kongo og Irak eru styrkismett. Tí skulu Jamaika, Bolivia, Surinam og Ný Kaledonia fyrst spæla ein dyst, har vinnararnir møta Kongo ella Irak í einum avgerandi Play Off dysti um at sleppa til HM-endaspælið.

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Football Rankings