Fersluóhapp í Norðragøtu - vegurin stongdur

DAGFØRING 17:43: Nú er koyrandi aftur eftir landsvegnum gjøgnum Gøtudal.

 

(savnsmynd)

Fyri løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum í Gøtudali. Tvey fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið.

Óhappið hendi á landsvegnum við Magnstøðina í Gøtudali, tá tríggir bilar, sum koyrdu sama veg, rendu saman í einum harmonikusamanstoyti. 

Tvey fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið, og vegurin er stongdur. Nógvir vraklutir eru á vegnum, sum skal ruddast.

Meðan vegurin er stongdur, verður ferðslan leidd í gjøgnum Norðragøtu, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Hann væntar, at vegurin skjótt letur uppaftur.

 

(savnsmynd)