Í morgin klokkan 17 skal føroyska landsliðið runda landsliðsárið av við einum venjingardysti móti Kasakstan, ið eisini eru lidnir við at spæla HM-undankappingardystir.
Dysturin verður leiktur á Stadion Aldo Drosina leikvøllinum í býnum, Pula í Kroatia. So okkara hava ikki havt eina langa ferð til hendan dystin.
Kasakstan fekk ein flottan enda upp á HM-undankappingina við javnleiki 1-1 á heimavølli móti Belgia.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin millum Føroyar og Kasakstan eru næstan jøvn. Tó hella veddingarfyritøkurnar eitt pinkalítið vet til ein føroyskan sigur.
Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 2,25 og 2,44.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,43.
Oddsini upp á kasakstanskan sigur liggja millum 2,88 og 3,13. So tað er ikki nógv sum skilir liðini.
HER eru oddsini:
##med2##













