Bíbliuskúlin farin av bakkastokki

Tíðindaskriv:

 

Týsdagin var fyrsti skúladagur hjá nýggja dagbíbliuskúlanum í Kelduni, eisini nevndur BSK, í Skálafirði. 15 næmingar fara at ganga í skúla har komandi níggju mánaðarnar. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, var boðin at halda røðu til hátíðarhaldið, og segði hann millum annað soleiðis í røðu síni:

 

Sostatt eru tað bæði skúlin og tit, sum fara at ganga her, ið nú traðka inn í nakað nýtt og spennandi, og er felagsnevnarin, at tit tora at røkka longur, samstundis sum tit vilja byggja eitt sterkt grundarlag.

 

Øll røðan kann lesast her.

 

Meiri upplýsing um BSK sæst her.