- Fyrr í ár búðu Lena og Damian úr Póllandi og Alina, Aaro og Veikko úr Finnlandi í Vági í nakrar vikur, sum partur av Arctic Digital Nomads-verkætlanini, sum stuðlað av NORA.
Í Vágs kommunu verður víst á, at tey hittust, meðan tey vóru í Vági, og nú - nakrar mánaðir seinni - hittust tey aftur, hesaferð í Finnlandi.
- Lena og Damian hava verið á ferð í Finnlandi og hava millum annað vitjað Áland eftir viðmæli frá Alinu. Á ferðini hittust tey við Alinu og Aaro í Turku, har tey hugnaðu sær saman.
Og Vágsbygd var eisini við, sum tikið verður til á heimasíðuni hjá kommununi.
- Øll høvdu nevniliga Vágs kommunu-posan við sær í Turku, og sum tey sjálvi skemtiliga orðaðu tað: “Hard core Vágur promotion on the streets of Turku”.
Í Vágs kommunu halda tey tað vera stuttligt at síggja, at vinabond, sum vórðu skapt undir uppihaldinum í Vági, liva víðari, nú nomadarnir eru farnir hvør til sítt.
- Og eitt vóru tey øll samd um – tey sakna Vágsbygd, verður lagt aftrat á www.vagur.fo










