Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna ongan fastan sertannlækna havt til tannrætting, og uppgávan hevur verið røkt av sertannlækna úr Danmark. Fyrr í ár samtykti býráðið at lýsa starvið leyst, og Rakul Mikkjalsdóttir varð sett í starvið.
– Eg havi glett meg til at byrja í starvinum. Mær dámar væl at arbeiða við børnum, og hetta er eitt starv, eg havi havt í huga leingi, og nú var møguleikin har, sigur Rakul Mikkjalsdóttir sambært torshavn.fo.
Rakul Mikkjalsdóttir byrjaði í starvinum 1. september og starvast á tannlæknastovuni á Skúlanum við Løgmannabreyt.
##med2##
Rakul Mikkjalsdóttir og Unn Jacobsen, tannlæknatjóri í Tórshavnar kommunu.
Tannrøkt til øll børn og ung
Barnatannrøktin í Tórshavnar kommunu bjóðar øllum børnum og ungum frá 0 til 17 ár alla neyðuga tannrøkt. Tilboðið fevnir bæði um vanligt eftirlit og viðgerð og um tannrætting og skaðar.
Umleið 6000 børn og ung eru knýtt at Barnatannrøktini hjá Tórshavnar kommunu.











