Bíligari at snúsa og dýrari at roykja í Svøríki

- Nýggju avgjøldini koma í gildi hin 1. november í ár, veit svenski miðilin, Expressen, at siga.

Svenski ríkisdagurin hevur gjørt av, at avgjøldini á snúsi skulu lækka.

 

Tað veit svenski miðilin, Expressen, at siga í kvøld.

 

Men, samstundis sum tað verður bíligari at snúsa, verður tað dýrari at roykja.

 

- Avgjøldini á snúsi lækka við 20 prosentum, samstundis sum avgjøldini á tubbaki og sigarettum veksa níggju prosent.

 

Expressen leggur aftrat, at nýggju avgjøldini koma í gildi í Svøríki hin 1. november í ár.