Bjørt Samuelsen gevst eisini í Løgtinginum

– Takk fyri álitið. Eftir 18 ár sum tingkvinna havi eg tikið avgerð um at taka meg úr politikki.

Soleiðis sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna. Hon greiðir soleiðis frá:

 

»Árini leggjast skjótt afturat, og skal eg ganga aðra leið, so er løtan nú.

 

Tað hevur verið ein heiður at vera tingkvinna í so mong ár, og ikki minni at røkja sessin sum løgtingsforkvinna hesa seinastu setuna.

 

Av insta hjarta takki eg tykkum, sum líka síðani eg fyrstu ferð stillaði upp fyri Tjóðveldi til fólkatingsvalið í 2007 og til løgtingsvalið í 2008, hava valt meg sum tykkara umboð. Eri serliga errin av, at stuðulin er komin úr øllum heraðshornum í landinum. Takk fyri tað

 

Til mínar mongu politisku starvsfelagar gjøgnum árinini: Takk fyri kjakini og samstarvið tvørturum floksmørk. Takk fyri tey mongu felags tøkini og tey nógvu málini, sum rokkin eru. Takk fyri óteljandi læruríkar og góðar løtur. Serstakt klemm til tykkum, sum vardu og stuðlaðu, tá hart leikaði á

 

Til starvsfólkini í Løgtinginum, sum hvønn einasta dag samvitskufult tæna fólkaræðinum og teimum fólkavaldu. Tit eru einastandandi. Eingin kann ynskja sær meira samvitskufull og dugnalig starvsfólk. Takk fyri hesi góðu trý árini.

 

Tjóðveldi og øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt tæna flokkinum, takki eg fyri álitið at umboða flokkin hetta drúgva skeið.

 

Framum øll má eg takka míni nærmastu familju og vinum, sum hava verið trúgv sum trøllið, og altíð standa við mína lið. Tó at avgerðin at biðja politikki farvæl ikki hevur verið løtt at taka, so kennist hon røtt og neyðug.

 

Gleði meg at royna ótroyttar gøtur, ella at taka táttin uppaftur, har eg slepti, tá eg nokkso brádliga valdi at gerast politikari. At mær skuldi unnast so mong ár sum fólkavald í Løgtinginum, hevði eg ikki droymt um. Eri inniliga takksom.

 

At enda fari eg at ynskja tykkum, sum nú bjóða tykkum fram fyri fólkið: bestu eydnu og blíðan byr. Einki hevur størri týdning enn at verja dýrmæta fólkaræði okkara. Uttan mun til um tit røkka inn um tinggáttina ella ei, so taka tit eitt týðandi tak fyri fólkaræðið.

 

Gangist tykkum øllum og elskaða landi okkara væl!«

 

Kærastu heilsanir

 

Bjørt

 

##med2##

 

##med3##

 

Ein stoltur pápi, Heðin Samuelsen, tá Bjørt Samuelsen varð vald til løgtingsforkvinnu beint undan jólu í 2022

Triðja ættarliðið var eisini í løgtinginum, tá omma gjørdist løgtingsforkvinna