Bretland gevur loyvi til nýtt kjarnorkuverk

Bretska stjórnin er høvuðspartaeigarin í Sizewell C, sum sambært stjórnini skal skapa framtíðar reina orku.

Bretska stjórnin gav týsdagin endaliga grønt ljós til eitt nýtt bretskt kjarnorkuverk, sum kallast Sizewell C.

Tað siga bæði AFP og Reuters frá.

Eftir ætlan skal orkuverkið byggjast í útsynningspartinum av Onglandi.

Stjórnin, sum er størsti partaeigarin í verkætlanini, sigur, at Sizewell C fer at kosta umleið 38 milliardir pund at byggja.

Tað svarar til umleið 327 milliardir í okkara krónum.

Verkætlanin gerst veruleiki, eftir at bretska stjórnin hevur tryggjað sær íløgur frá kanadiska eftirlønargrunninum La Caisse og bretska orkufelagnum Centrica og Amber Infrastructure, skrivar Reuters.

 

##med2##

Bretland hevur tørv á at byggja nýggj kjarnorkuverk fyri at avloysa tey eldru, styrkja orkutrygdina, røkka sínum veðurlagsmálum og skapa nýggj arbeiðspláss, sigur bretska stjórnin.

– At veita næsta ættarliði, almenna ognaða reina orku, er avgerandi fyri okkara orkutrygd og vøkstur, sigur fíggjarmálaráðharrin, Rachel Reeves, í eini fráboðan.

 

Ritzau/Reuters