Enska kvinnulandsliðið hevur vunnið seg í EM-finaluna aftaná longda leiktíð í hálvfinaluni móti Italia.
Á einum nærum fullsettum leikvølli í Genéve eydnaðist tað Onglandi at vinna 2-1 á Italia.
Frúgvin Fortuna var við Onglandi. Italia var á veg í EM-finaluna, tá Laura Giuliani í italska málinum langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat hálvbjargar einari roynd. Bólturin lendir fyri føturnar hjá 19 ára gomlu Michelle Agyemang, ið meddaði hann í netið til 1-1. Ongland var bjargað á málstrikuni.
Italia legði seg á odda við einum máli Barbara Bonansea skoraði í 34. minutti. Eftir hetta vardi Italia sera væl, og tær vóru bert fá sekund frá sensasjónini.
Stutt undan longda leiktíðin var liðin fekk Ongland eitt brotsspark, ið frásøgufólkini hjá danska TV3 hildu var eitt ivasamt brotsspark. Laura Giuliani bjargaði brotssparkinum hjá Chloe Kelly, men Chloe Kelly var skjót á returinum og beindi bóltin í netið til 2-1.
Sostatt sleppur Ongland at verja EM-heitið hjá sær.
Í annaðkvøld klokkan 20 spæla Týskland og Spania hálvfinalu á Letzigrund leikvøllinum í Zürich. Sponsku heimsmeistararnir eru greiðir favorittar, men í fjórðingsfinaluni móti fronsku favorittunum prógvaðu tær týsku sítt virðið.
Ongland-Italia 1-2 (1-1 - 0-1)
0-1 Barbara Bonansea ('34)
1-1 Michelle Agyemang ('90+6)
1-2 Chloe Kelly ('119)