VIDEO: Solby greiddi frá oyggjaleikunum í Føroyum á ITV

(Video) Síggj og hoyr samrøðu frá ITV, har Solby Christiansdóttir greiddi frá

Stóra enska sjónvarpsrásin, ITV hevur eina lokala deild fyri ermasundsoyggjarnar, Guernsey, Jersey, Sark og Alderney.

 

Mánakvøldið tóku tey á ITV Channel Islands samanum oyggjaleikirnar í Orknoyggjum, og tey litu eisini frameftir, har tey eisini viðgjørdu komandi oyggjaleikirnar, ið vera í Føroyum í 2027.

 

Í sendingini var ein samrøða við oyggjaleikasamskiparan, Solby Christiansdóttir sum greiddi væl frá leikunum í Føroyum, og hvørjar avbjóðingar eru fyri framman. Burtursæð frá einum aktivistiskum, óneyðugum spurningi um grindadráp var talan um eina góða samrøðu, har flott filmsbrot úr Føroyum eisini vóru at síggja.

 

Frá 4:26 ber til at síggja og hoyra samrøðuna við Solby. Áðrenn og aftaná samrøðuna vóru oyggjaleikirnir eisini viðgjørdir í sendingini:

 

##med2##