Tríggir dystir vóru seinnapartin leiktir í Burn mansdeildini.
Í høllini í Kollafirði vóru heili 74 mál skotin, tá H71 vann stórsigur 45-29 á KÍF. Í steðginum var longu greitt, at hoyvíkingar fóru at vinna dystin. Støðan í steðginum var 21-8 til H71.
Benedikt Emil Aðalssteinsson, Fríði H. Weyhe og Jens Pauli Poulsen vóru toppskjúttar hjá KÍF við seks málum hvør. Jákup Egholm var við átta málum toppskjútti hjá H71.
Í høllini á Skála vann StÍF ein tepran 34-33 sigur á VÍF. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 20-19.
Pætur Ó. Barclay var við sjey málum toppskjútti hjá StÍF. Toppskjúttar hjá VÍF vóru Tróndur Johnson og Fríði Holm í Innistovu við átta málum hvør.
Í KÍ-høllini vann Kyndil stórsigur 35-22 á Team Klaksvík. Kyndil var á odda 15-10 í steðginum.
Beinir Johannesen var við sjey málum toppskjútti hjá Team Klaksvík. Ovi Lützen og William Summers Nolsøe vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Kyndli.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum og støðuna í Burn mansdeildini:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##














