Car­los Alcaraz vann French Open kappingina

Finalan móti Al­ex­and­er Zv­erev vardi í meir enn fýra tímar

Finalan hjá monnum í einmansleiki í tenniskappingini, French Open gjørdist drúgv á hesum sinni.

 

Aftaná ein dyst, ið vardi meir enn fýra tímar eydnaðist tað 21 ára gamla spaniumanninum, Car­los Alcaraz at vinna 3-2 á týska, Alexander Zverev.

 

Alexander Zverev var á odda 2-1, men í teimum báðum seinastu settunum var Car­los Alcaraz greitt omaná 

 

Settmunurin var Alexander Zverev-Car­los Alcaraz 2-3 (3-6, 6-2, 7-5, 1-6 og 2-6).

 

Car­los Alcaraz sum vann Wimbledon kappingina í 2023, og US Open kappingina í 2022 skrivaði søgu.

 

21 ára gamli spaniumaðurin er tann fyrsti sum vinnur fyrstu tríggjar Grand Slam kappingar, har talan eru tríggjar ymiskar sigrar í trimum ymiskum kappingum.

 

Í finaluni í einsmansleiki hjá kvinnum vann pólska, Iga Swiatek ígjár greitt 2-0 (6-2 og 6-1) á Jasmine Paolini úr Italia.