Tað vísir nýggjasta útgávan av »Henley Passport Index«, sum sambært CNN samanber, hvussu nógv lond fólk úr ymiskum londum kunnu ferðast til uttan at søkja um visum frammanundan.
Danmark er á fjórða plássi á listanum saman við tíggju øðrum evropeiskum londum, millum annað Fraklandi, Týsklandi og Noregi.
Við einum donskum passi ber til at ferðast til 186 ferðamál uttan visum ella við visum, sum fæst við komu.
Á ovasta plássi liggur Singapore, har borgarar hava atgongd til 192 lond og øki.
Stóri munurin sæst eisini í hinum endanum av listanum. Borgarar í Afghanistan kunnu einans ferðast visumfrítt ella fáa visum við komu til 22 ferðamál.
Henley Passport Index hevur nú verið givið út í 20 ár. Í hesum tíðarskeiðnum er amerikanska passið fallið úr fyrsta plássi niður á tíggjunda pláss.










