Skála Ítróttarfelag skrivar soleiðis í dag:
Skála ÍF hevur tryggjað sær tann 20 ára gamla verjuleikaran Sebastian Slettegaard, sum skiftir úr FC Helsingør.
Sebastian Slettegaard hevur leikt 41 dystir á besta liðnum hjá fyrrverandi Superligafelagnum, har hann síðani sína debut í 1. deild á várið 2024 hevur verið ein sjónligur profilur – hóast eitt tíðarskeið merkt av skiftandi venjarum og eigaraviðurskiftum.
Í samrøðu við Skála ÍF sigur Sebastian Slettagaard millum annað: Eg havi hoyrt nógv gott um føroyskan fótbólt og havi havt nakrar góðar samrøður við bæði formannin, høvuðsvenjaran og ikki minst Simon Jørgensen. Við royndunum sum eg havi við mær úr FC Helsingør, kann eg vera við til at lyfta støðið í hópinum enn hægri. Sebastian vísir samstundis á sambandi við Simon Jørgensen sum eina orsøk til skiftið. Sebastian og Simon hava sama umboðsmann, og Sebastian hevur í eina tíð fylgt menningini hjá Simon. Tí er mín áhugi fyri føroyskum fótbólti – og Skála serliga – bara vaksin við tíðini, sigur Sebastian.
Sebastian Slettegaard kann røkja allar verjupostarnar. Harumframt er hann ein støðug hóttan í deyðbóltsstøðum og ein spælari, sum setur stór krøv til seg sjálvan og sínar liðfelagar. Sebastian sigur eisini at árini í FC Helsingør hava verið lærurík, men eisini avbjóðandi. Sebastian gleðir seg til eina nýggja byrjan og at geva sítt íkast til Skála ÍF.
Á Skála fegnast vit um nýggja leikaran og ynskja honum vælkomnan!










