Tað gongur framvegis strúkandi hjá Víkingi, og tað gongur ikki væl hjá B36. Harvið er tað heilt koppað á sammett við, hvussu tað var fleiri tey fyrstu umførini av kappingini.
Tá gekk tað striltið hjá Víkingi at skora mál og at vinna fulla úrtøku, og tá koppaði tað aftur og aftur B36 til fyrimunar.
Í góðveðrinum seinnapartin av Víkingur í Gundadali, og tað eydnaðist víkingunum at hava 2-0 sigur í viðførinum, nú teir settu punktum fyri fyrru hálvu av kappingini og fara at savna seg um fyrireikingarnar til europeisku uppgávuna, sum bíðar. Fyrsta royndin verður hósdagin, tá ið Víkingur fer at spæla á útivølli ímóti íslendska felagnum Stjarnan.
B36 fer ikki at spæla í Europa í summar, og soleiðis sum gongdin hevur verið seinastu vikurnar, so kemur tað ivaleyst væl við, at møguleiki er at spenna frá í nakrar dagar, áðrenn tað verður farið undir fyrireikingarnar til 11 tey seinastu umførini. Fyrsta royndin eftir summarsteðgin verður ólavsøkuaftan. Avrátt er, at B36 og AB fara at spæla landskappingardystin í 18. umfari tann dagin.
B36 vann níggju hornaspørk, meðan Víkingur vann trý hornaspørk. Tá ið talan ikki er um nógvar upplagdar málmøguleikar, er tað týdningarmikið at hava spælarar, sum eru førir fyri at megna tað, sum aðrir ikki megna.
Á liðnum hjá Víkingi hevur Aron Benjaminsen aftur og aftur víst, at hann megnar meiri enn hinir, og soleiðis var tað eisini í dag.
Lítla løtu undan steðginum sneiddi Aron seg leysan á miðásinum, og tá ið hann var einar 23 metrar úr málinum smekkaði hann til, og bólturin sang í nettakinum aftanfyri B36 málverjan Silas Eyðsteinsson.
Beinanvegin eftir steðgin økti Víkingur um leiðsluna til 2-0. Málskjútti var Jákup Johansen, sum eftir innlegg úr høgru og eitt sindur av aftur og fram var leysur við nærra stólpa, tá ið hann stýrdi bóltin í máið.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki var Jákup Johansen aftur í brennideplinum, tá ið hann fyri aðru ferð sá gula kortið eftir nærdyst við B36 málverjan.
So vóru víkingarnir undirmannaðir í tað mesta av einum hálvum tíma. Heimaliðið var nógv á bóltinum, og B36 vann fleiri hornaspørk, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Bárði á Reynatrøð.
B36 er framvegis á triðja plássi, men nú eru tað bara tvey stig aftur til Víking, sum ikki hevur tapt síðani 6. apríl.










