Marokko er fyrsta liðið, ið vinnur seg í HM-fjórðingsfinalurnar, har antin Frakland ella Paraguay verður mótstøðuliðið.
Marokko vann greiðan 3-0 sigur á Kanada í áttandapartsfinaluni, ið var leikt á NRG leikvøllinum í Houston.
Í fyrra hálvleiki var Kanada væl við, og var støðan javnleikur 0-0 í steðginum. Í seinna hálvleiki var Marokko tó greitt omaná.
Seinni hálvleikur var bert fimm minuttir gamal, tá Azzedine Ounahi við einum góðum skoti uttanfyri brotsteigin legði Marokko á odda. Sami Azzedine Ounahi økti til 2-0 í 82. minutti, tá hann staddur í brotsteiginum fekk eina góða sending frá Brahim Diaz, og beindi bóltin í netið til 2-0. Tó áðrenn Azzedine Ounahi økti til 2-0 var um reppið, at hann fekk tað reyða kortið. Azzedine Ounahi, ið hevði eitt gult kort hálaði Ali Ahmed hjá Kanada niður, og var kanadiska misnøgdin stór, at Ounahi ikki fekk tað seinna gula kortið tá. Móti dystarenda staðfesti Soufiane Rahimi 3-0 sigurin hjá Marokko.
Í Kanada mugu tey bara fegnast um eitt søguliga gott HM-úrslit. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur Kanada vunnið HM-endaspælsdystir, og fyri fyrstu ferð í søguni hava teir vunnið seg víðari úr bólkaspælinum.
Kanada-Marokko 0-3 (0-0)
0-1 Azzedine Ounahi ('50 )
0-2 Azzedine Ounahi ('82 )
0-3 Soufiane Rahimi ('90 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Kanada og Marokko.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.










