Alt tað, eg minnist, hava vit verið ónøgd við støðuna í fiskivinnuni í Føroyum. Landgrunnurin er svikaligur. Hann ænir við, men tykist ongantíð at reisa seg til at vera ein ríkur og endurnýggjuligur kovi í longdini.
Í Føroyum elska vit fiskivinnukjak og at fara í tottarnar á hvørjum øðrum: politikarar, fiskimenn, reiðarar, serfrøðingar og onnur. Sum oftast koma vit til ta niðurstøðu, at tann eini parturin sigur, at tað má haldast aftur, tí stovnurin ikki tolir meiri fiskiskap, meðan hin lenar seg móti frágreiðingum um sveiggjandi náttúru. Vit skulu veiða, men ikki oyða, sjálvsagt. At síggja til hava vit ongantíð komið til nakra semju ella politikk, sum riggar.
Eg havi ongantíð hoyrt nakran av pørtunum nevna alivinnuna sum ein møguligan part av trupulleikanum hjá okkara fiskastovnum. Og tað er undarligt, sera undarligt, tí hvør einasti fjørður í Føroyum er fyltur upp til stokkanir við laksi. So nógv, at livilíkindi hjá øðrum djóralívi verða skúgvað til viks, meðan ein varandi hópdálking av okkara felags botni hevur koyrt ótarnað í 40 ár.
Dálkingin er lokal, meðan sjúku- og smittuspjaðing kann røkka nógv víðari. Og hetta er nevniliga tann risavandin, sum alivinnan bjóðar okkum: meiri laksur, meiri lús, fleiri sjúkur í umferð og størri smittutrýst.
Ein grundleggjandi trupulleiki er, at aling kann styrkja og halda lív í smittuketjum, sum náttúran annars hevði havt møguleika at brotið. Í náttúruni flyta vertir, teir hvørva úr økjum ella doyggja, og harvið verða smittuketjur brotnar. Við aling hava lús og sjúkur fingið eitt stórt og støðugt vertsgrundarlag á sama staði, ár eftir ár – eisini gjøgnum veturin. Tað merkir eisini, at ungur villur fiskur kann møta einum smittutrýsti, áðrenn hann er førur fyri at tola tað.
Trupulleikarnir skalerast: meiri aling gevur meiri lús, fleiri sjúkur í umferð og meiri dálking.
Tað verður ofta ført fram, at alivinnan nú er býtt upp í øki, sum skulu avmarka smittu. Men eitt alingarrakstrarøki er ein umsitingarlig linja á einum korti – ikki ein biologiskur múr í havinum. Villur fiskur svimur inn og út úr økjunum, lús flytur seg millum vertir, og smitta kann eisini fara við sjónum, lívfrøðiligum tilfari, úrgangi, blóði, slími og brunnbátum.
ISA er eitt gott dømi. Gransking vísir, at smittan kann fara beinleiðis frá fiski til fisk, men eisini við útláti frá aling og sláturvirkjum, dálkaðum brunnbátum og lívfrøðiligum tilfari. Blóð og slím frá smittaðum laksi innihalda serliga nógv virus. Enntá lúsirnar Lepeophtheirus salmonis og Caligus elongatus eru nevndar sum møguliga týðandi vektorar undir farsóttum.
So hóast alivinnan kann skilja alibrúk frá hvørjum øðrum á einum korti, verður villi fiskurin ikki skildur frá alivinnuni. Hann kemur framvegis í samband við tað lívfrøðiliga trýstið, sum milliónir av aldum fiskum skapa í firðum og sundum.
Alti Gregersen segði í sendingini Undir Laksin frá 2018:
“Ein langur fjørður sum hesin, vit eru á, Sørvágsfjørður. Um tú byrjar at fáa nakrar lús upp á fiskin, so vilja tær til endans byrja at gýta larvur út í havið, út í sjógvin. So kanska tær detta inn á fjørðin, og so eru tær í hesar vikurnar, har tær eru førar fyri at endursmitta laksin. Og so verða tær fleiri lús, og so byrjar hetta at verða meira og meira, og so fært tú ein eksponentiellan vøkstur. Tað vil siga, at vøksturin tekur dík á seg. So fært tú eina sjálvsmittu koyrandi í fullari ferð, um tú ikki klárar at halda lúsatalinum niðri á einum sovorðnum fjørði. Og ta støðuna hava vit verið í. Í 1990, 1991, 1992 var tað so nógv lús, at tað var reint út sagt forferdeligt. Og har firðir faktiskt góvu upp, tí tað var so nógv lús.”
Og tað var eisini um hetta mundið, at fiskurin hvarv av landgrunninum.
##med2##
Caligus – netverkslúsin og sterka sambandið millum villan fisk og alifisk
Tá vit tosa um lús í Føroyum, snýr kjakið seg næstan altíð um laksalúsina (Lepeophtheirus salmonis). Tað er eisini skiljandi. Laksalúsin er ein specialistur, ið í høvuðsheitum livir á laksi og síli, og hon er ein av teimum best kannaðu parasittunum í havinum.
Men tað finst ein onnur lús, sum hevur fingið nógv minni ans: Caligus elongatus – seiðalús. Henda lúsin er ikki ein specialistur, men ein generalistur. Hon er skrásett á meira enn 80 fiskasløgum, millum annað toski, hýsu, upsa, sild, makreli og laksi. Tað merkir, at meðan laksalúsin í høvuðsheitum er knýtt at salmonidum, so bindur Caligus nógv ymisk fiskasløg saman í einum felags lívfrøðiligum netverki.
Í einari ársfrágreiðing frá Fiskirannsóknarstovuni verður greitt frá einum løgnum fyribrigdi í føroyskum sjógvi í árunum 1992–1995. Seiður hevði sera løgnan atburð. Eisini hýsa og toskur vóru ávirkað. Fiskurin svam í klingur, á liðini, og summir fiskar svumu beinleiðis upp á land. Skúm og “slipa” vóru at síggja á sjónum summastaðni.
Tá fiskurin varð kannaður, vístu parasitologiskar kanningar lús av slagnum Caligus elongatus. Fiskirannsóknarstovan staðfesti eisini, at hesar lúsir vóru “vanligar, serliga nær alibrúkum”. Kortini varð tað ongantíð endaliga uppklárað, hvat orsøkin til fyribrigdið var.
Hetta er áhugavert í dag, tí seinastu áratíggjuni hava vit fingið fleiri granskingarúrslit, sum seta hesa søgu í eitt nógv størri høpi.
Longu í 1987 vísti gransking úr Kanada, at Caligus elongatus var vanlig á bæði toski og hýsu. Kanningin fann ikki beinleiðis prógv fyri, at lúsin hevði versnað støðuna hjá fiskinum, men hon fann óbeinleiðis ábendingar um, at Caligus-parasittar kundu vera ein kelda til deyðiligheit hjá ungari hýsu.
Í 1994 varð víst á mekanismur fyri smittu við ISA-virus, og seinni samanumtøkur av granskingini nevna bæði laksalús (Lepeophtheirus salmonis) og seiðalús (Caligus elongatus) sum møguliga týðandi vektorar (sjúkusmittari) undir ISA-farsóttum.
Í 2004 varð staðfest, at laksalús (Lepeophtheirus salmonis) á villum og aldum salmonidum kring Norðuratlantshavið í stóran mun var partur av somu genetisku populasjón. Tað var sostatt einki greitt genetiskt mark millum lús á villum fiski og lús á alifiski.
Og í 2026 vísti føroysk gransking, at umleið 44 prosent av infektiónunum við Caligus elongatus á føroyskum alilaksi komu frá vaksnum lúsum, sum høvdu flutt seg sum vaksnar lúsir millum vertir.
Tilsamans tekna hesar kanningar eina mynd av einum parasitti og einum smittusambandi, sum er nógv meira fløkt enn bara “ein lús á laksi”.
Caligus elongatus er funnin á meira enn 80 fiskasløgum. Hon kann flyta seg millum vertir sum vaksin, og hon hevur eitt stórt reservoir av villum fiski. Harumframt hevur hon verið nevnd sum ein møguligur sjúkuberi,
Tað ger hana til tað, vit kunnu kalla eina netverkslús – eina lús, sum bindur saman villan fisk og alifisk, og sum møguliga eisini kann binda sjúkur saman í einum samanhangandi lívfrøðiligum netverki.
Hetta eigur at geva okkum eina ávaring.
Í nógv ár hevur kjakið um lús fyrst og fremst snúð seg um laksalús og árin á villt smolt. Men Caligus elongatus er kanska tann meira áhugaverda lúsin í einum breiðari vistfrøðiligum høpi. Hon virkar ikki bara innan eitt fiskaslag, men tvørtur um nógv fiskasløg.
Samstundis hava vit í Føroyum bygt upp eina alivinnu við fleiri tíggjutals milliónum laksum, sum ár um ár skapa eitt óvanliga stórt og støðugt vertsgrundarlag fyri parasittar. Vit vita longu, at lúsir menna resistens og laga seg eftir teimum umstøðum, vit skapa. Tað hevði tí verið løgið, um ikki eisini aðrar vistfrøðiligar og genetiskar broytingar fóru fram.
Vit vita ikki enn, um Caligus elongatus er ein týðandi orsøk til veikar fiskastovnar ella til ávísu asymmetriina, vit síggja millum til dømis tosk og hýsu.
Men vit vita, at hon hevur fleiri av teimum eginleikum, sum gera hana til ein møguliga týdningarmiklan aktør: eitt sera breitt vertsgrundarlag, evni at flyta seg millum vertir og eitt tætt samband við bæði villan fisk og alifisk. Harumframt er hon nevnd sum ein møguligur sjúkuvektari, hóast júst tann parturin framvegis krevur nógv meiri gransking.
Tað mest vísindaliga er tí ikki at avvísa vandan, men at viðurkenna, at vit framvegis mangla ein stóran part av myndini.
Júst tí er tørvur á nógv meiri gransking, meiri varksemi og sterkari regulering av einari vinnu, sum á hvørjum ári setur størri og størri biomassa út í okkara fjørðir og sund.
Keldur
Neilson et al. (1987) – Interactions of caligid ectoparasites and juvenile gadids on Georges Bank
Nylund et al. (1994) – Mechanisms for transmission of infectious salmon anaemia (ISA)
Jackson et al. (2000) – Caligus elongatus as parasites of farmed salmonids in Ireland
Todd et al. (2004) – Population genetic differentiation of sea lice (Lepeophtheirus salmonis) parasitic on Atlantic and Pacific salmonids: analyses of microsatellite DNA variation among wild and farmed hosts
Á Norði et al. (2026) – The contribution of host transfer in the infection dynamics of Caligus elongatus and salmon lice in a salmon farming network
Fiskirannsóknarstovan (2004) – Ársfrágreiðing 2004 – óuppkláraða føroyska fyribrigdið 1992–1995
Hjalmar Zachariassen












