Í minsta lagi fimm deyðir tilflytarar vórðu funnir á libysku strondini í gjár, eftir at teir skolaðu í land,
Tað upplýsir lokala løgreglan í strandarbýnum Qasr Al-Akhyar, eystanfyri høvuðsstaðin í landinum, Tripoli.
Líkini vórðu funnin av íbúgvum á staðnum á eini strond í vestara parti av býnum, áðrenn løgreglan kom upp í málið.
Hassan Al-Ghawil, sum stendur á odda fyri kanningini hjá løgregluni, sigur, at íbúgvarnir hava lagt til merkis líkið av einum barni, sum hevði skolað í land, áðrenn tað skolaði útaftur í havið.
Libyska sjóverjan varð biðin um at leita eftir líkinum av barninum.
Øll líkini, sum vórðu funnin, høvdu myrkan húðarligt, sigur Hassan Al-Ghawil.
Høvuðskanningarstjórin sigur, at løgreglan hevur sett seg í samband við Reyða Hálvmána fyri at fáa bjargað líkunum. Hann segði, at fleiri fólk kunnu vera deyð.
– Vit hava boðað Reyða Hálvmána frá, so teir kunnu heinta líkini.
– Líkini, sum vit funnu, eru framvegis heil og vit halda, at fleiri fara at skola í land, sigur Hassan Al-Ghawil.
Myndir av deyðum tilflytarum, sum liggja á strondini, gingu um internetið í gjár. Tíðindastovan Reuters hevur sæð myndir, sum vísa lík í uppblástum bjargingarvestum.
Fyrr í hesum mánaðinum doyðu 53 tilflytarar, eftir at ein gummibátur við 55 fólkum kollsigldi út fyri býnum Zuwara vestan fyri Tripoli, upplýsti altjóða felagsskapuri fyri migratión hjá ST, IOM, 9. februar.
Libya er vorðin ein vælumtókt transitland hjá afrikonskum tilflytarum, sum flýggja undan ósemjum og fátækradømi tvørtur um Miðjarahavið fyri at fáa eitt betri lív í Evropa seinastu 15 árini.
Transittleiðin kom fram, eftir at fyrrverandi libyski einaræðisharrin, Muammar Gaddafi, varð feldur í 2011 í einum uppreistri, sum NATO stuðlaði. Gadafi varð dripin undir uppreistrinum, eftir at hann varð tikin til fanga.
Tilflytarar - eisini ungar gentur - eru í vanda fyri at verða dripnir, píndir, neyðtiknir ella hildnir sum trælir í Libya, stendur í frágreiðing hjá ST í síðstu viku.
Í frágreiðingini hjá ST varð kravt, at tilflytarabátar ikki skuldu sendast aftur til Libya, fyrr enn mannarættindini hjá tilflytarunum eru tryggjað.
Ritzau/Reuters











