Um Løgtingið í morgin samtykkir at hækka pensjónsaldurin hjá føroyingum upp í 69 ár, so verður tað aðru ferð, at Løgtingið samtykkir at hækka pensjónsaldurin hjá øllum føroyingum – uttan hjá sær sjálvum. Tí tey 33 tingfólkini, sum sita á tingi í dag – og øll sum hava sitið á tingi og hava rætt til lukrativu løgtingspensjónina, tey varðveita sín pensjónsaldur upp á 67 ár – og enntá upp á 60 ár, um tey hava sitið nóg leingi á tingi.
Sera lukrativa pensjónin hjá bæði landsstýrisfólki og løgtingsfólki er broytt. Tann hjá landsstýrisfólki varð broytt í 2015. Tey gjalda nú inn í eina pensjónsskipan eins og onnur fólk. Og í tinginum liggur eitt uppskot frá løgmanni, um at pensjónsaldurin fyri landsstýrisfólk skal fylgja fólkapensjónsaldrinum.
Pensjónsskipanin fyri tingfólk varð broytt í 2023. Hon er galdandi fyri fólk, sum fyrstu ferð verða vald á ting efti næstar løgtingsval, sum verður í ár, í 2026.
Men tey, sum sita á tingi í dag hava tryggjað sær, at tey ikki sjálvi verða rakt av hægri pensjónsaldri fyri tað, sum tey higartil hava tjent sær av lukrativu pensjónsskipanini. Tey varðveita tað, sum tey higartil hava spart upp, og tey varðveita eisini 67 og 60 ára pensjónsaldurin, sjálvt um tey broyta hann hjá øllum øðrum føroyingum.
##med2##
Aðrir føroyingar, ið eins og tingfólk hava spart sær upp í eina pensjónsskipan, sum tey skulu fáa úr, tá tey gerast 67 ár, tey mugu bíða. Tí teirra pensjónsskipan fylgir fólkapensaldrinum.
Hetta er ikki ein feilur hjá Løgtinginum. Hetta er gjørt við vilja. Og spyrt tú nærri um hetta, so verður sagt, at tað var so trupult at fáa semju um nýggju skipaninia, sum tingfólk treyðugt vildu av við. Samgongumeirilutin fekk tó broytt skipanina fyri komandi tingfólk.
Men stóra paradoksið er, at tingfólk, sum nú fyri aðru ferð hækka pensjónsaldurin hjá øllum føroyingum, varðveita sín pensjónsaldur til lukrativu løgtingspensjónina.












