Fríggjakvøldið fór amerikanski forsetin, Donald Trump, úr Washington við forsetaflogfarinum, og leiðin gekk eystureftir til fleiri ætlaðar samrøður í Asia.
Á ferðini skal amerikanski forsetin eitt nú hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping, og sjálvur sigur Donald Trump, at hann eisini kundi hugsað sær at hitt norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un.
Donald Trump fer eitt nú at vitja í Malaysia, Japan og Suðurkorea, og tað verður í Suðurkorea, at Donald Trump og Xi Jinping fara at hittast hósdagin.
USA og Kina hava økt tollin mótvegis hvørjum øðrum, og hetta verður eitt av evnunum í samrøðum millum forsetarnar.
Væntandi er eisini, at Donald Trump og Xi Jinping fara at tosa um Taiwan og Russland, har Taiwan er undir áhaldandi hóttanum úr Kina.
Nýggju amerikansku revsitiltøkini móti Russlandi raka eisini Kina.
- Eg vil gjarna, at Kina skal hjálpa okkum við Russlandi, segði Donald Trump við tíðindafólk, áðrenn hann fór í flogfarið, Air Force One, í Washington í gjárkvøldið.
Hetta skrivar tv2.no í morgun.










