Ógvuliga keðiligur og vildi ikki siga hvør hann var

- Persónurin, sum var drukkin, situr framvegis her á støðini, men sleppur út aftur um eina løtu við einari bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur løgreglan

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at nakað av fólki var í býnum í Havn í nátt, men sum heild var tað friðarligt.

 

Kortini slaps ikki undan einari handtøku í býnum.

 

- Tað var ein drukkin persónur, sum uppførdi seg ógvuliga keðiliga, og sum heldur ikki vildi siga, hvør hann var.

 

Løgreglan sá seg noydda at handtaka mannin, og hann fær eina bót - ta minnu bótina - fyri brot á skilhaldsreglurnar.

 

Spurdur, um persónurin var keðiligur móti fólki í býnum - ella móti løgregluni - sigur vaktleiðarin, at tað var ein blandingur av báðum.

 

- Hann situr framvegis her á støðini, men sleppur út aftur um eina løtu, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Myndin omanfyri er av einari handtøku í Havn, men myndin hevur einki við hendingina klokkan 04.13 í nátt at gera.