Drekkivatnið er reint

Nýggjastu vatnroyndirnar vísa, at drekkivatnið Innan Glyvur er reint aftur

Herfyri lýstu tey í Sjóvar kommunu við, at drekkivattnið Innan Glyvur var dálkað.

 

Tískil heitti kommunan á sínar borgarar um hesar leiðir um at kóka drekkivatnið.

 

Men, nú er vatnið Innan Glyvur í lagi aftur. Tað vísa nýggjastu vatnroyndirnar.

 

- Vatnið er reint, og tískil er ikki neyðugt longur at kóka drekkivatnið, siga tey í Sjóvar kommunu.