Kringvarpið skrivar frá íslendska kringvarpinum, RÚV, at hjúnini vórðu steðgað, tá løgreglan og tollvaldið gjørdu felags eftirlit í sambandi við fráferðina hjá Norrønu av Seyðisfirði.
Sambært RÚV vóru eggini goymd í serligum hitaposum, sum skuldu halda teimum heitum undir ferðini.
Talan var um egg undan fleiri fuglasløgum, millum annað lunda, rýpu, spógva, æðu, lómi, ritu og mýrisnípu. Nøkur av fuglasløgunum eru friðað í Íslandi.
Eggini og fuglaungarnir eru nú latin náttúrugranskingarmiðstøðini á eysturlandinum í Íslandi.
Hjúnini eru avhoyrd av løgregluni og hava góðtikið og goldið eina bót.
Fuglafrøðingurin Hálfdan Helgi Helgason sigur við RÚV, at útlitini fyri at bjarga eggunum eru smá.
– Fimm ungar vóru longu klaktir, tá vit funnu eggini. Hini vóru komin so langt, men vit meta, at møguleikarnir fyri at klekja tey eru sera smáir, sigur hann við íslendska kringvarpið.










