Í Kuwait verður sagt, at dronuálop á altjóða flogvøllin í landinum í morgun hevur elvt til skaðar á terminalbygningin, og fólk eru særd í álopinum.
Herurin í landinum sigur, at øll tey løstaðu fáa viðgerð.
Dronuálopið hevði við sær, at flogferðslan steðgaði og flogfør, sum skuldu lenda á flogvøllinum, noyddust at fara til flogvallir aðrastaðir í økinum.
Loftferðslumyndugleikarnir í Kuwait siga, at tað var Terminal 1-bygningurin, sum varð raktur í álopinum.
Altjóða flogvøllurin í Kuvait liggur einar 15 kilometrar sunnanfyri Kuwait bý.
Herurin í Kuwait segði í morgun, at møguligar spreingingar, sum kundu hoyrast, helst stava frá loftverjukanónum.
Heitt varð á íbúgvar um at halda seg burtur frá møguligum vrakleivdum og ókendum lutum.
USA veit at siga, at Iran eisini skeyt tvær ballistiskar rakettir móti Kuwait, men at hesar ikki rukku sínum málum.
Kuwait og fleiri av londunum í regiónini samstarva við USA.
Hesi lond hava verið fyri fleiri dronu-og rakettálopum úr Iran, síðan USA og Ísrael lupu á Iran.











