Øll kunnu tilnevna fólk

Vágbingar kunnu nú tilnevna fólk at heiðra til Ljósfestina 2026

 

Í døgunum, 14., 15. og 16. august, verður Ljósfest í Vági, har tónleikur og mangt annað verður á skrá.

 

Eitt av afturvendandi tiltøkunum á Ljósfest er heiðranin av fólki, ið hava gjørt eitt hvørt gott fyri Vág.

 

- Í samband við ársins Ljósfest er møguligt at tilnevna fólk ella felagsskap, ið hava uppiborið ein heiður frá Vágs kommunu.

 

Í kommununi siga tey, at øll kunnu tilnevna ein persón ella felagskap við at trýsta á eina leinkju um heimasíðuna - www.vagur.fo

 

Freistin at tilnevna er hin 17. juni.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at tann, sum verður tilnevndur, skal hava:

 

* Gjørt eitt hvørt gott fyri Vág

 

* Skal hava gjørt hetta í einum positivum anda, ikki neyðturviliga sum partur av arbeiðnum

 

* Skal hava sterkt tilknýti til Vág

 

- Tað, at heiðra fólk, er okkara máti sum kommuna at siga takk til tey, sum leggja orku í, at býurin hevur tað gott, og at trivnaðurin í Vági er í hásæti.

 

Tað sigur Levi R. Mørk, formaður í mentamálanevndini hjá Vágs kommunu.