Dýrt hjá lesandi at leiga í Keypmannahavn

Nógv av teimum, sum nú eru tikin inn á eina hægri útbúgving í Danmark, skulu finna sær ein bústað. Og her er stórur munur á, hvat tað kostar alt eftir, hvar í landinum tú skalt lesa.

Tað vísa tøl frá Boligportal, sum Ritzau endurgevur.

 

Ein miðal eittrúmsíbúð í Keypmannahavn kostar umleið 9.900 krónur um mánaðin í leigu. Til samanberingar kostar ein líknandi íbúð umleið 4.000 krónur í Esbjerg, Kolding og Aalborg.

 

– Bústaðarútreiðslurnar fylla nógv í fíggjarætlanini hjá lesandi. Tí hevur valið av lestrarbýi stóran týdning fyri, hvussu nógv er eftir av SU og inntøku frá lestrararbeiði, sigur Anders Hyldborg, stjóri í Boligportal.

 

Munurin er eisini stórur, tá talan er um tvírúmsíbúðir. Í Keypmannahavn kostar ein miðal tvírúmsíbúð 13.800 krónur um mánaðin, meðan sama slag av íbúð í Aalborg kostar 5.695 krónur.

 

Tað er ein munur upp á 8.105 krónur um mánaðin – ella 97.260 krónur um árið.

 

Sambært Boligportal er tað ikki bara leigan, sum ger mun. Kappingin um leigubústaðir er eisini nógv størri í stóru lestrarbýunum enn í teimum smærru.

 

Tí hava komandi lesandi ofta lættari við at finna ein bústað undan lestrarbyrjan í teimum smærru lestrarbýunum.

 

Gjáranáttina fingu 58.673 umsøkjarar boð um, eisini umsøkjarar úr Føroyum, at tey vóru tikin inn á eina hægri útbúgving í Danmark.