Tað var stutt fyri klokkan 2 í nátt, at løgreglan varð boðsend á eitt dansistað, tí har var blivið óróligt millum nøkur fólk.
Løgreglan kom á staðið og fekk fatur á einum persóni, ið var óróligur. Men hann vildi ikki siga løgregluni, hvør hann var, sum tú skalt sambært rættargangslógini.
Hann varð tí tikin við á støðina og settur í brummuna at sova rúsin av.
Løgreglan hevur funnið út av, hvør maður er. Tá hann vaknar, verður hann latin leysur aftur – við ein bót.










