Í gjár nakað fyri klokkan 11 var ein bilur steðgður í Havn, har førarin ikki hevði koyrikort. Hann hevði mist koyrikortið og koyrdi í frádømingartíðini.
Eitt ferðsluóhapp var í miðstaðarøkinum, har førarin var fullur. Hann var á staðnum, tá løgreglan kom, og hann varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og blóðroynd tikin.
Klokkan seks í morgun var ein tikin fyri at koyra fullur í Vágum. Hann var steðgaður av løgregluni og blásti í alkometrið – sum vísti, at hann hevði drukkið ov nógv. Hann varð skuldsettur blóðroynd tikin.
Um hálgvum tólv tíðina í gjárkvøldið steðgaði løgreglan einum bili, har ein persónur var skuldsettur fyri at hava eina lítla mongd av hassji uppi á sær.
Úr Kollafirði fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur fleyg við dronu yvir bygdum øki. Tá løgreglan kom á staðið vóru bæði drona og dronuførari burtur.
Tað er ikki loyvt at flúgva yvir bygdum øki, uttan loyvi. Av tí at løgreglan ikki veit, hvør fleyg hesa dronuna, veit løgreglan heldur ikki, um viðkomandi kanska hevði fingið loyvi til tað.
Nógv hálka var í gjárkvøldið kring landið, og tað førdi til nøkur smærri ferðsluóhapp. Onkur var gliðin á ein pela, men einki álvarsligt, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.











