Eldur í russiskum orkuverki eftir ukrainskt álop

Shatura-orkuverkið í Russlandi liggur einar 600 kilometrar úr ukrainska markinum

 

Fleiri túsund heim í Russlandi mistu streymin, eftir at ukrainski herurin hevur lopið á Shatura-orkuverkið í Russlandi við dronum.

 

Hetta upplýsir guvernørurin í regiónini, Andrej Vorobjov.

 

Orkuverkið liggur einar 120 kilometrar eystanfyri russiska høvuðsstaðin, Moskva.

 

Upptøkur á Telegram vísa harðar brestir, fleiri eldkúlur og svartan royk,sum stendur upp úr verkinum.

 

Sum skilst, er enn ikki prógvað, um myndirnar eru veruligar.

 

- Nakrar av dronunum vórðu oyðilagdar av loftverjuni - leivdir duttu niður yvir økið, og eldur kom í, sigur russiski guvernørurin.

 

Shatura-orkuverkið í Russlandi liggur einar 600 kilometrar úr ukrainska markinum, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.