Í dag klokkan 16 verður forkunnug konsert í hugnaliga Báta- og Listasavninum í Leirvík. Tað verða Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittar, sum fara at framføra.
Monika, sum er úr Sveis, men býr í Leirvík, hevur spælt til og skipað fyri mongum tiltøkum og konsertum í Leirvík. Saman við Ólavi hevur hon eisini spælt konsertir í Sveis, Týsklandi, og tey hava verið saman á sera væleydnaðum konsertferðum í USA.
Tónleikurin, sum verður á skránni í Leirvík í dag, er í stóran mun eftir tónaskaldinum, Niccolò Paganini. Paganini var ein framúr violinleikari, men hann var líka so einastandandi sum gittaristur.
Hetta er lættur og virtuosur tónleikur úr einum tíðarskeiði í tónleikasøguni, har violinin og gittarin vóru høgt í metum. Tónleikurin er eyðkendur sum vælljómandi og í tí kenda bel canto forminum.
Annar tónleikur er eftir norska Ole Bull, sigoynaratónar eftir Vittorio Monti, fólksligur tónleikur úr Sveis og úr Føroyum, og sololag fyri gittara eftir kubanska tónaskaldið, Leo Brouwer.
Konsertin verður eitt sindur øðrvísi enn vanligt, eisini tónleikaliga, og tað er eisini eitt mál við konsertini, soleiðis at hon verður enn meira forvitnislig hjá lurtarunum.
- Greitt verður frá um tónleikin, so upplivingin gerst betri og lættari, siga tey bæði, Monika Stauss Joensen og Ólavur Jakobsen. Tey leggja aftrat, at atgongumerki á 100 krónur kunnu keypast við dyrnar.
Konsertin, sum eisini er stuðlað av Konsertfelagnum, er uttan steðg, og eftir konsertina eru øll vælkomin til ein kaffimunn.
Monika fæst eisini við at skriva og geva út, og í hesum døgum kemur barnabók hjá henni og Kristrfríð Tyril út við heitinum, “Bartal og Bjarni og vinir teirra”.
Um áhugi er, fæst barnabókin eisini til keyps eftir konsertina á Báta- og Listasavninum í dag.
Ólavur Jakobsen er ættaður úr Havn, og hann er av kendu tónleika- og listafólkaættini av Kamarinum. Hann hevur verið víða um sum solistur og tónleikari og er javnan á konserferð uttanlands.
##med2##
Viðheftu mynd tók Kristfríð Tyril/ momo












