Tíðindi
Um tvey tíðina í nátt tók løgreglan ein mann í býnum í Havn fyri brot á politilógina
Hann var so drukkin, at hann kláraði seg ikki sjálvur, og tí var hann tikin við á politistøðina, har hann í løtuni svevur rúsin av sær í klivanum.
Hann verður latin leysur aftur, tá hann vaknar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.