Tingmaður mátti gjalda 150 kr fyri at sleppa í kirkju

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, er sera ónøgdur við, at hann skuldi gjalda 150 kr fyri at sleppa inn í Ólavskirkjuna og Kirkjubømúrin

– 150 krónur at síggja fólksins ogn.

 

Soleiðis skrivar Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, í einum uppslag á Facebook í dag. Hann fer nú at reisa málið politiskt, sigur hann:

 

Í dag var eg í Kirkjubø, har eg gjørdist varugur við, at í Kirkjubø verður tikið eitt gjald á 150 krónur fyri at sleppa inn í Ólavskirkjuna og Kirkjubømúrin. Hetta er ikki bert galdandi fyri ferðafólk, men eisini føroyingar.

 

Vónandi havi eg misskilt okkurt, tí tað kann undir ongum umstøðum vera rætt, at vanligir føroyingar skulu rinda fyri at síggja eitt fornminni og eina kirkju, sum vit øll eiga!

 

Fyri at fáa greiðu á hesum, fari eg at seta landsstýrismannin, sum umsitur ferðavinnulógina, fyrispurning um hesi viðurskifti.

 

Mann skal kunna forvinna sær inntøkur av ferðavinnuni, men føroyingar skulu IKKI rinda fyri at síggja eina av sínum egnu kirkjum og fornminnum.