Fyrsti landskappingardysturin í 14. umfari í Meistaradeildini verður í Sarpugerði í kvøld klokkan 18.30, tá ið Jóhan Hendrik Ellefsen fer at bríksla fyri fyrstu ferð.
Víkingur fær vitjan av greipuvinnarunum í KÍ, sum er topplið, og sum er einasta liðið, ið ikki hevur tapt í ár.
Víkingaliðið hevur støðugt ment seg, og síðsta ferðin, at Jóhan Petur Poulsen og hansara menn fóru av vøllinum uttan úrtøku, var 6. apríl, tá ið tað endaði við teprum 1-0 tapi í Klaksvík.
Víkingur hevur 21 stig og er átta stig aftanfyri KÍ og NSÍ og fimm stig aftanfyri B36.
Fram til summarsteðgin hava víkingarnir møguleika av álvara at nærkast toppinum. Umframt í kvøld at spæla ímóti KÍ so eru mótstøðuliðini hjá Víkingi í landskappingini NSÍ og B36, og so kann tað fara at vísa seg at hava týdning fyri støðuna hjá Víkingi, at NSÍ í síðsta umfari undan summarsteðginum fær vitjan av KÍ.
Felags fyri Víking og KÍ er, at tey í næstu viku fara at spæla seinnu hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið.
Mikukvøldið fer KÍ út til Runavíkar at hitta NSÍ, sum skal royna at vinna við í hvussu so er tveimum málum. KÍ vann fyrru hálvfinaluna 4-2.
Hóskvøldið fær Víkingur vitjan av HB, sum vann fyrru hálvfinaluna 2-1.












