Svimjisamband Føroya:
Vit hava siglandi fólk kring allan heim og seinastu árini er svimjing á sjónum, ella dypping, blivið vælumtókt ítriv í flestøllum bygdum og býum kring landið. Føroysku kommunurnar hava eisini gjørt stórar íløgur í nýggjar svimjihallir kring landið, í Vági, í Havn og í Rúnavík, sum er eitt stig á leiðini at betra um svimjifrálæruna hjá føroyingum.
Í samband við trygd í svimjihallum hevur SSF bygt upp tilboð til allar kommunur, svimjihallir og skúlar í Føroyum og bjóðar
- tilbúgving av svimjihallum
- undirvísing og próvtøku av lívbjargarum
- undirvísing og próvtøku av lívbjargingardómarum
- undirvísing í lívbjargandi fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara
##med2##
Tilboðini eru at kalla ókeypis og einans avmarkað av tíðini, okkara dómarar og undirvísarar kunnu seta av at gera ólønt við síðuna av sínum dagliga yrki. Ein kanning, sum SSF lat gera í 2021, vísir, at føroysk børn duga ov illa at svimja. Minni enn helvtin av føroyskum børnum klára norðurlendska kravið, sum er at svimja 200 metrar. Tískil er tað ongantíð so umráðandi sum nú at raðfesta svimjing og lívbjarging. Tørvurin hjá SSF hevur leingi verið at fáa nýggja og dagførda bjargingarútgerð og søkti SSF Betri – samtakið eftir stuðuli og fekk tað játtað. Útgerðin er nú komin og verður brúkt í svimjihallum kring landið, og SSF takkar Betri samtakinum so hjartaliga fyri stuðulin.












