Triðja betonelementið til Femern-sambandið er nú lagt á havbotnin uttan fyri Lolland. Tilsamans skulu 89 slík element setast saman til 18 kilometrar langa undirsjóvartunnilin. Mynd: Sund & Bælt.

Enn eitt betonelement lagt á botnin í Femern-tunlinum

Triðja av tilsamans 89 tunlasegmentum er nú komið upp á pláss í Femern-sambandinum millum Danmark og Týskland.

Triðja betonelementið til Femern-sambandið er nú lagt á havbotnin uttan fyri Lolland. Tilsamans skulu 89 slík element setast saman til 18 kilometrar langa undirsjóvartunnilin. Mynd: Sund & Bælt.

Eitt 73.500 tons tungt betonelement er nú lagt á havbotnin uttan fyri Lolland sum partur av byggingini av Femern-tunlinum.

 

Sund & Bælt, sum hevur ábyrgdina av donsku verkætlanini, upplýsir, at hetta er triðja av tilsamans 89 tunlasegmentum, sum skulu mynda 18 kilometrar langa undirsjóvartunnilin millum Rødbyhavn og týsku oynna Femern.

 

Tað 217 metrar langa betonelementið varð hóskvøldið sleipað úr Rødbyhavn við fimm sleipibátum. Fríggjadagin byrjaði arbeiðið at søkkja tað niður á havbotnin, og leygardagin varð tað bundið saman við teimum báðum fyrstu segmentunum.

 

– Hetta er ein krevjandi nágreinilig uppgáva, har nógv skal ganga upp í eina hægri eind. Tí eru vit sera fegin um, at enn eitt element nú liggur trygt á havbotninum, sigur Lasse Vester, varastjóri hjá Sund & Bælt.

 

Nú verða síðurnar á elementinum fyltar við steinum og skervi, so tað liggur støðugt í tunlarennuni.

 

Hvørt element er býtt í fimm rør, sum skulu hýsa bæði motorvegi, jarnbreyt og einum tekniskum tænasturøri.

 

Femern-sambandið verður 18 kilometrar langt og skal byggjast á umleið 30 metra dýpi. Tá tunnilin er liðugur, verður møguligt at koyra millum Lolland og Femern upp á umleið tíggju minuttir og at ferðast við toki upp á sjey minuttir.

 

Ætlanin var, at tunnilin skuldi vera liðugur í 2029, men verkætlanin er seinkað. Sambært Sund & Bælt verður tunnilin nú væntandi tikin í nýtslu fyri bilferðslu í 2032. Seinkingarnar eru millum annað orsakaðar av trupulleikum við serliga skipinum, sum søkkir tunlasegmentini, og av, at jarnbreytin á týsku síðuni ikki verður liðug til ætlaðu tíð.

 

Triðja betonelementið til Femern-sambandið er nú lagt á havbotnin uttan fyri Lolland. Tilsamans skulu 89 slík element setast saman til 18 kilometrar langa undirsjóvartunnilin. Mynd: Sund & Bælt.