Ferðsluliðið hjá løgregluni hevur verið úti í gjár. Í Varðagøtu í Havn fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið. Í tveimum førum var tað fyri at koyra ímóti ferðsluni, har ferðslan er einsrættað. Og triðja førinum var tað fyri at hava barn sitandi í bilinum, sum ikki var íbundið.
Í Kollafirði var fekk ein bilførari á einum lastbili klipp í koyrikortið og bót fyri at koyra 92 km um tíma. Hann skal ikki koyra meira enn 70 km um tíman.
Ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra 116 km um tíman við Áir.
Millum fjarða fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra 106 og 112 km um tíman., og á Fjøruvegnum í Saltangará var ein tikin fyri at koyra 79 km um tíman. Hann fær klipp í koyrikortið og bót fyri tað.
Og seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein fullur maður gekk og leikaði í niðri í býnum í Havn. Hann varð handtikin og skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar.
Hann hevur sovið rúsin út í brummuni í nátt og varð latin leysur um sjeytíðina í morgun.











