Ein triðing til Fólkaflokkin og ein lúsing til Javnaðarflokkin

Tað er í stuttum niðurstøðan í enn eini veljarakanning

Javnaðarflokkurin hevur framvegis risastóra afturgongd, júst sum á katastrofuvalinum hja flokkinum í 1994, tá flokkurin fór úr 10 niður í 5 tingsessir. Støðan er tó eitt lítið sindur frægari, tí hesaferð er tað 'bara' úr 9 niður í 5 tingsessir.

Samstundis drønar Fólkaflokkurin fram – úr 6 upp í 11 tingsessir. 

Sambandsflokkurin hevur stóra afturgongd, tó at hon er lítil í min til ta hjá Javnaðarflokkinum.

Hinir flokkarnir standa í stað.

Tað er niðurstøðan í spyr.fo kanning hjá hjá Portalinum.

Tað er vert at viðmerkja, at kanningin er gjørd áðrenn løgmaður gjørdi av at skerja landsstýrið úr 9 niður í 6 sessir, sum kann geva løgmanni ein fjøður í hattin, tí at hann soleiðis vísir, at hann tekur framtíðar búskaparliga haldføri í álvara.

 

##med2##

 

##med3##

Sambært kanningini fær Fólkaflokkurin 32,9 prosent, 11 tingsessir, 5 fleiri enn á seinasta valið. Framgongdin er 14 prosentstig í mun til seinasta val.

Sambandsflokkurin fær 19,2 prosent – ella 0,8 prosentstig minni enn á seinasta vali, og flokkurin hevði mist ein tingsess.

Tjóðveldi fær 18,4 prosent, 0,7 prosent meira enn seinast. Kanningin vísir, at Tjóðveldi hevði varðveitt sínar seks tingsessir, um val var nú.

Javnaðarflokkurin stendur framvegis til stóra afturgongd. Hann fær 15 prosent av atkvøðunum, 11,5 prosentstig minni enn á valinum, og tódnar úr 9 niður í 5 tingsessir.

Hjá teimum smáu flokkunum er støðan óbroytt. Framsókn hevði fingið 3 tingsessir og Miðflokkurin 2. Sjálvstýri hevði ikki komið á ting.

11,2 prosent av teimum spurdu svara, at tey hava ikki tikið støðu, 1,6 prosent høvdu ikki farið á val, og 3,6 prosent siga, at tey høvdu atkvøtt blankt. 

Óvissan í kanningin er 3,5 prosent.