Eingin veit við vissu hvussu mong eru dripin í Iran

Iranskir myndugleikar kunnu hava dripið út við 30.000 mótmælisfólk seinastu vikurnar

 

Tað siga keldur innan iranska heilsumálaráðið við tíðarritið, Time. Sambært útlendskum miðlum eru tað tvær høgtstandandi keldur, sum hava likið hesi tíðindi út til Times. 

 

Á hinaru síðuni halda almennu iransku myndugleikarnir upp á, at talið av deyðum er 3.117, og hetta tal almannakunngjørdu myndugleikarnir fyrr í vikuni.

 

Sum skilst á keldunum, sum Time hevur skift orð við, eru tað serliga dagarnir hin 8. og 9. januar, tá mótmælini vóru í hæddini, at nógv mótmælisfólk vórðu dripin.

 

Keldurnar siga eisini, at í Iran høvdu myndugleikarnir trupulleikar við at taka sær av øllum teimum deyðu, og í staðin fyri at brúka sjúkrabilar, vórðu líkini koyrd í tokvognar.

 

Human Rights Activists News Agency, stytt Hrana, sum hevur tilknýti til USA, sigur tað vera staðfest, at tilsamans 5.495 iranar eru dripnir undir mótmælistiltøkunum. 

 

Mannarættindafelagsskapurin, Iran Human Rights (IHRNGO), sum hevur skrivstovu í norska høvuðsstaðnum, sigur seg hava skjøl, sum vísa, at í minsta lagi 3.426 fólk eru dripin.

 

Sum skilst, eru útsagnirnar um talið av deyðum ymiskar, men í øllum førum er greitt, at nógvir iranar hava latið lív av harðrendu viðferðini hjá iransku myndugleikunum. 

 

Heilt síðan hin 8. januar hava iransku myndugleikarnir havt internetið í landinum stongd, soleis at fólk ikki eru sloppin á netið.

 

USA hevur hótt við ógvuligum avleiðingum og álopum á Iran, um iransku myndugleikarnir halda fram við at drepa mótmælisfólk.

 

Seinastu dagarnar eru ein røð av flogførum givin at flúgva til Miðeystur orsakað av ófriðinum og vandanum fyri álopum.