VIDEO: Slovenia vann á Ungarn í EM-millumbólki 2

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Slovenia-Ungarn 35-32 (15-17)

Mynd: Ritzau Scanpix

Slovenia, ið vann okkara innleiðandi EM-bólk við m.ø. einum 30-27 (16-15) sigri á Føroyum, prógvaði aftur í dag, at teir eru eitt sterkt lið.

 

Í dysti í EM-millumbólki 2 í Malmö Arena vann Slovenia fyrr í dag 35-32 á Ungarn. Ungarar vóru á odda 17-15 í steðginum.

 

Blaž Janc var við 10 málum stórskjútti hjá Slovenia í dag. Við átta málum var Bence Imre toppskjútti hjá Ungarn.

 

Aftaná tríggjar dystir hevur Slovenia fýra stig, meðan Ungarn hevur bert eitt stig. 

 

HER er skráin fyri millumbólk 2:

 

23. januar: Ísland – Kroatia 29-30

 

23. januar: Sveis – Ungarn 29-29

 

23. januar: Slovenia – Svøríki 31-35

 

25. januar: Slovenia – Ungarn 35-32

 

25. januar: Ísland – Svøríki, kl. 17.

 

25. januar: Sveis – Kroatia, kl. 19.30.

 

27. januar: Sveis – Ísland, kl. 14.30.

 

27. januar: Slovenia – Kroatia, kl. 17.

 

27. januar: Svøríki – Ungarn, kl. 19.30.

 

28. januar: Slovenia – Ísland, kl. 14.30.

 

28. januar: Kroatia – Ungarn, kl. 17.

 

28. januar: Sveis – Svøríki, kl. 19.30.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Slovenia-Ungarn 35-32 (15-17):

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix