Sløkkiliðið í Ålesund sigur, at eldur er í einum lutfalsliga stórum øki í Ålesund í Noregi.
- Vit hava hvørki tamarhald ella fult yvirlit við støðuni beint nú, sigur átaksleiðarin í Ålesund, Sindre Egenes, við www.tv2.no
Hann vísir á, at tað er eitt størri øki, sum brennur, og her eru bygningar, sum eru í vanda.
Fleiri smáttur eru eisini á leiðini, har eldurin nærkast, og løgreglan hevur verið á hurðini og heitt á fólk um at rýma úr økinum.
Sløkkiliðsleiðarin, Jon Rune Lillebø, sigur við norska kringvarpið NRK, at tað er sera turt í økinum.
- Vit hava allar tøkar menn á staðnum ella á veg á staðið, og arbeiðið at sløkkja er í gongd, sigur Sindre Egenes.
Í einari dagføring skrivar átaksleiðarin í løgregluøkinum, Møre og Romsdal, Arild Even Reite, at tað er ikki aktuelt at heita á íbúgvar um at rýma.
- Men, í onkrum av nærliggjandi økjunum eru fólk biðin um at rýma, leggur Arild Even Reite aftrat.
Norskir miðlar vita at siga, at sløkkiliðstyrla er á veg á staðið, og sløkkiliðsfólk hava lagt út slangur fyri at væta turra lendið.
Í norskum miðlum seinnapartin verður tosað um lendiseld - ella skógareld - sum herjar í Ålesund í løtuni.
Dagføring:
Stutt fyri klokkan 18, norska tíð, sigur sløkkiliðsleiðarin, John Rune Lillebø, við Dagbladet, at eldurin nú er undir eftiriti.
Tv2.no hevur skift orð við Christian Pritchard, sum var á báti í økinum, har eldurin kyknaði. Hann sá eldin og boðaði beinanvegin frá.
- Tá stóð eldslogin einar 5-6 metrar upp úr lendinum, og tað sá út til, at eldurin spreiddi seg skjótt, sigur hann.
Christian Pritchard leggur aftrat, at tað hevur verið sera turt á leiðini, og her hevur ikki regnað í fleiri vikur.
Vit kunnu leggja aftrat, at útsagnirnar úr Noregi eru ymiskar í løtuni.
Viðhvørt verður sagt, at eldurin er undir eftirliti - og so aftur, at tamarhald ikki er á støðuni.
Sløkkiliðsarbeiðið gongur fyri seg bæði á landi, úr luftini og av sjónum, vita norskir miðlar at siga nú seint seinnapartin.
##med2##












