Sunnvá og Bjørg umboða Føroyar í Norðurlandaráðnum

Tað vóru tær báðar nýggju tingkvinnurnar hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldinum, Sunnvá Dahl Høgfeldt og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum skulu umboða Føroyar í Norðurlandaráðnum næsta árið.

 

Varafólk fyri tær eru ávikavist Fía Selma Nielsen og Høgni Hoydal.

 

Norðurlandaráðið er stovnsett í 1952, tað er samstarvsforum hjá parlamentarikarunum í norðurlondum Ráðið hevur 87 limir, sum umboða tey fimm londini og tey trý sjálvstýrandi økini. Ráðslimirnir sita í tingunum í londunum og verða tilnevnd av flokkunum har. Sostatt verða umboðini ikki beinleiðis vald. Føroyar luttaka sbr. lov nr. 185 af 28.04.1971 om nordisk samarbejde, som senest ændret ved lov nr. 220 af 16.05.1984 og løgtingslóg nr. 33 frá 26.06.1973 um sendinevnd Føroya til Norrøna ráðið sum broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 10.05.1984.

 

##med2##

 

Sáttmálin, sum setur karmarnar um virksemi Norðurlandaráðsins og Norðurlendska ráðharraráðsins, kallast Helsingforssáttmálin. Hann bleiv fyrstu ferð undirskrivaður av stjórnunum í Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark í Helsingfors 23. mars 1962.