Eitt føroyingalið vann og fýra taptu í bestu donsku hondbóltsdeildini

Liðið hjá Maritu Mortensen vann á liðnum hjá Rakul Wardum

Fimm føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti í dag. Harímillum var ein føroyingauppgerð.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagar hennara í Ringkøbing taptu á heimavølli tepurt 32-33 fyri Maritu Mortensen (myndin) og hennara liðfeløgum í HØJ. Í steðginum var støðan javnleikur 18-18.

 

Rakul bjargaði átta av 25 málroyndum, og kláraði seg munandi betri enn kappingarneytin, Stephanie Christensen, ið bert bjargaði einari av 17 málroyndum. Marita avrikaði væl. Hon skoraði fýra mál, legði upp til fýra mál (assist), og hon vann eisini liðnum eitt brotskast. 

 

HØJ er nummar níggju í deildini við 10 stigum. Ringkøbing er nummar 12 við sjey stigum.

 

Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg taptu á heimavølli greitt 24-32 fyri Ikast. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var Ikast bert á odda við einum máli, 14-13. 

 

Súna skoraði seks mál, og hon legði upp til eitt mál.

 

Skanderborg er nummar 13 og næstaftast í deildini við fimm stigum.

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg høvdu eina sera torføra uppgávu á útivølli móti toppliðnum, Esbjerg. Viborg slapp tó heiðurliga frá dystinum við einum 25-28 tapi. Í steðginum var Esbjerg á odda 16-11.

 

Jana skoraði tvey mál, legði upp til tvey mál, og hon vann liðnum tvey brotskøst.

 

Viborg er fjórðfremst í deildini við 20 stigum. Esbjerg er fremst við 29 stigum, og Odense er næstfremst við 28 stigum.

 

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens høvdu eisini ein torføran dyst á útivølli móti Odense. Heimaliðið vann dystin 31-25, og var á odda 14-11 í steðginum. Og tað er ikki verri enn ilt hjá Horsens.

 

Maria skoraði eitt mál, og hon legði upp til eitt mál í dystinum. 

 

Horsens er nummar átta í deildini við 10 stigum. Tær hava betri málmun enn HØJ, ið eisini hevur 10 stig.