Tað sæst í fundarskránni fyri býráðsfundin hjá Tórshavnar býráð, sum hevur fund í dag klokkan 16.
Tað eru børnini hjá Beintu og Eiler Jacobsen, sum eru farin at útstykkja trøðna, sum Eiler Jacobsen keypti frá Listbeth Jacobsen, einkjuna eftir Hans á Lag, og síðani bygdi sær sethús á trøðni. Børnini hava nú útstykkaj trøðna til 13 grundstykki umframt húsini, sum standa á trøðni.
Atkoma til útstykkingina verður frá Svalbardsvegnum.
Børnini hjá Beintu og Eiler Jacobsen hava skotið upp fyri býráðnum, at gøtan fer at eita »Beintugøta« ella »Beintulíð«.
Gøtanavnanevndin hjá Tórshavnar býráp hevur viðgjørt máli og mæl til, at vegurin fær navnið »Beintulíð«. Grundgevingin er, at gøtunavnanevndin tekur undir við uppskotinum frá familjuni og hetta er í samsvari við, at fleiri vegir á økinum enda við »líð«.
##med2##
Hinu megin Svalbardsvegnum eru Markjalíð, Fagralíð, Brattalíð og Grønalíð.
Niðanfyri hesa trøðna eru Vallalíð, Slættalíð og Krosslíð.
Mentamálanevndin hjá býráðnum hevur samtykt at taka undir við tilmælinum og at beina málið í býráðið, sum í kvøld skal taka avgerð í málinum.
##med3##














